- Tíðindi, mentan og ítróttur
33 fyritøkur mynda "Varandi vinnu"

Netverkið "Varandi vinna" hevur fingið nýtt stýri.
Í stýrinum, sum var valt á ársaðalfundinum mikudagin, eru Gunnar Nielsen, Effo, Ingunn Eiriksdóttir, Betri trygging, Jenny A. í Heiðunum, Hotel Djurhuus, Jón H. Atlason, Hiddenfjord, Niels Winther, Vinnuhúsið, Sunnvard Andreasen, Articon og Ulla Joensen, Elektron.
33 fyritøkur eru í Varandi vinnu hjá Føroya arbeiðsgevarafelag.
Tær hava tað felags, at tær arbeiða miðvíst við burðardygd og gera betri karmar fyri føroyskt vinnulív.
Á aðalfundinum var samtykt at leggja saman "Varandi vinnu" og "Varandi vinnu-innleiðslu," so orkan verður á einum staði.
Í teimum 33 fyritøkunum, sum eru í "Varandi vinnu," eru 6.036 løntakarar, 5.189 ársverk, 4.237 menn og 2.152 kvinnur.























