Verður varðhaldsfongslaður til 13. juli

Verður varðhaldsfongslaður til 13. juli
Hóast Marius Borg Høiby hevur fingið dóm, vil landsrætturin ikki lata hann leysan
Marius Borg Høiby verður verandi í Ila-fongslinum uttan fyri Oslo.
 
16.06.2026 - 08:05

Marius Borg Høiby verður varðhaldsfongslaður í Ila-fongslinum til 13. juli.

Tað sigur úrskurðurin frá landsrættinum í Oslo, eftir at Høiby bað um at sleppa leysur eftir dómin í gjár, og kærdi.

Í øðrum lagi bað Høiby um at fáa treytirnar fyri varðhaldinum broyttar, soleiðis at hann kundi sita heima í krúnprinsabústaðnum í Skaugum við fótfjøtri, men hesum vísti landsrætturin aftur.

Verjin hjá Høiby legði dent á, at Høiby vildi vera saman við sjúku mammu síni, Mette-Marit krúnprinsessu, og skjøl vóru løgd fram um, at sálarliga støðan hjá Høiby ikki er góð.

 

Kann fremja fleiri revsiverdar gerðir

Rætturin hevur lagt dent á, at Høiby nú er dømdur fýra ára fongsulsrevsing. Men framhaldandi varðhald eftir norskum reglum krevur eisini, at grundarlag er fyri fongsli, og at fongsul verður mett "neyðugt," og er "lutfalsligt."

Rætturin metir, at tað eru "sterk sannlíkindi" fyri, at Høiby fer at fremja nýggjar revsiverdar gerðir, um hann verður latin leysur,  at hann hóast vitjanarbannið, kann seta seg í samband við fyrrverandi unnustu sína, og ".. at støðan lættliga kann gerast álvarslig aftur..." til eisini fevna um harðskap.

Men rætturin sigur eisini, at tað hevði ikki verið "lutfalsligt" at hildið Høiby í varðhaldi, til kærumálið kemur fyri. Og at støða seinni kann takast til alternativ sum eitt nú fótfjøtur, sum forðar Høiby í at nærkast offrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572