Fleiri deildir flyta í H-bygningin eftir summarfrítíðina

Fleiri deildir flyta í H-bygningin eftir summarfrítíðina
Eftir ætlan verður liðugt at flyta í nýggja sjúkrahúsbygningin í heyst
Gongst sum ætlað, verður liðugt at flyta í H-bygningin í heyst.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.06.2026 - 12:20

Nú verða aftur nakrir partar av H-bygninginum í Landssjúkrahúsinum tiknir í nýtslu.

Goymslan flutti um vikuskiftið, og eftir summarfrítíðina flytur føðideildin og medisinska deild.

Tað hevur gingið seint at flyta í nýggja H-bygningin. Fyrstu sjúklingarnir fluttu inn fyri hálvum triðja ári síðani, og síðani eru bara nakrar fáar funktiónir fluttar inn aftrat. 

Steðgur hevur verið í flytingini, tí meiri peningur skuldi játtast, eykaarbeiði gerast og lekar tettast.

 


Per Busk er virkandi stjóri á Landssjúkrahúsinum. 

 

So seint sum 3. mars, mitt í valstríðnum, kom løgtingið saman at játta 32,8 milliónir krónur aftrattil H-bygningin. Eitt samt løgting játtaði pengarnar.

Ein stórur partur av hesum pengunum skuldi nýtast til at tetta lekar, skifta hurðar og vindeygu, og at umvæla manglar í H-bygninginum.

Væntandi verður liðugt at flyta í H-bygningin í oktober. 

Hoyr innslag og samrøðu við Per Busk, virkandi stjóra á Landssjúkrahúsinum:

 

17062026_Per_Busk_og_H-bygningur

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928