- Tíðindi, mentan og ítróttur
G7-londini vilja hava vápnahvíld í Libanon

Leiðarar í G7-londunum krevja vápnahvíld í Libanon, og at Hizbollah verður avvápnað.
Tað siga londini í fráboðan á G7-toppfundi í Fraklandi í dag, skrivar tíðindastovan Reuters.
- Vit stuðla Libanon við haldgóðari vápnahvíld í stundini og stuðla libansku stjórnini í royndunum at avvápna Hizbollah, og verjuni av økisrættinum og sjálvræðinum hjá Libanon í samsvari við altjóða trygdarverju, siga londini í fráboðanini.
Søgulig avtala
- Avtalan millum USA og Iran er eitt søguligt høvi at forða Iran at útvega kjarnorkuvápn og eitt gjøgnumbrot, stendur í fráboðanini, sum Stórabretland, USA, Frakland, Týskland, Italia, Japan og Kanada hava skrivað undir, skrivar the Guardian.
Fráboðanin kemur stutt eftir, at ísraelski herurin í morgun hevur framt fleiri loftálop í Suðurlibanon, sambært almennum libanskum miðlum.
Sambært almenna libanska miðlinum NNA hava fimm fólk latið lív í ísraelskum álopum, eftir at Iran og USA mánadagin samdust um avtalu um vápnahvíld.
Iran hevur sett sum treyt, at Libanon er partur av avtaluni um vápnahvíld, og at ísraelsku álopini í Libanon skulu halda uppat.
Vápnahvíldin, sum Ísrael og Libanon samdust um fyrr í mánaðinum er brotin í fleiri umførum.

























