Fyrrv. landsstýrismaður: Hevði framvegis viljað havt umval

Fyrrv. landsstýrismaður: Hevði framvegis viljað havt umval
Bjarni Kárason Petersen, sum var landsstýrismaður í lógarmálum, heldur fast við, at tað var rætt at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu
Bjarni Kárason Petersen var landsstýrismaður í lógarmálum, tá hann tók avgerð um at hava umval í Runavíkar kommunu.
 
17.06.2026 - 18:00

- Rætturin hevur einki sagt um, at valsvik ikki er farið fram í Oyndarfirði. Hevði eg verið landsstýrismaður í dag, hevði eg framvegis viljað havt, at umval hevði verið í Runavíkar kommunu.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, fyrrverandi landsstýrismaður í lógarmálum, nú eisini landsrætturin hevur frídømt mannin, sum var ákærdur fyri valsvik í Oyndarfirði í sambandi við kommunuvalið í Runavíkar kommunu. 

 - Tað var eitt røtt avgerð tá at ógilda kommunuvalið, og hevði eg havt møguleikan, hevði eg gjørt tað eina ferð aftrat, sigur hann. 

Hoyr samrøðu við Bjarna Kárason Petersen í útvarpstíðindunum: 

 

17062026_Bjarni_K__Petersen

 

Beinir Johannesen, løgmaður, umsitur nú lógarmál. Hann hevur onga viðmerking til málið. 

Sjálvt málið um umval í Runavíkar kommunu er framvegis í Føroya rætti.

Fimm býráðslimir, teirra millum borgarstjórin og varaborgarstjórin, stevndu Fíggjarmálaráðnum, sum tá umsat kommunumál. Býráðslimirnir vildu hava avgerðina hjá táverandi Løgmálaráðnum, um at ógilda kommunuvalið og lýsa umval, strikaða.

Í fyrsta umfari fingu teir fimm býráðslimirnir viðhald í, at umval skuldi ikki haldast, fyrr enn rætturin hevur tikið støðu til sjálva stevningina. 


 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290