JFK-Trol vónrík um reyðæti

JFK-Trol vónrík um reyðæti
Fáa vit hetta at virka, verður tað sum at fáa bingo, sigur Hanus Hansen stjóri á JFK-troli, nú fyritøkan hevur fingið enn eitt royndarloyvi eftir reyðæti
Fotografur: Bárður Thomsen
18.06.2026 - 20:56

Havstovan mælir til at loyva royndarfiskiskapi eftir reyðæti í djúpa rákinum í Bankarennuni.

Fiskimálaráðið hevur í hesum sambandi játtað trimum umsøkjarum royndarloyvi at veiða reyðæti.

Ein av teimum er JFK í Klaksvík, sum longu hevur roynt at menna hetta slagi av veiðu í fimm ár. Tað hevur tó ikki verið sum at siga tað, hjá teimum hjá JFK troli, at fáa gongd í hetta slagið av veiðu. 

Tað er tó vert at brúka orku upp á, at fáa hetta at eydnast, heldur Hanus Hansen, stjóri á JFK-Troli.

Reyðæti er ein týdningarmikil partur av føroysku vistskipanini. Royndarloyvini eru kvotur á í mesta lagi 15.000 tons, og hetta verður mett at vera umleið 2 prosent av samlaðu mongdini av reyðætinum í bankarennuni.

 

Sí innslag í Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507