Fleiri bygningar fáa sólorku

Fleiri bygningar fáa sólorku
Átta bygningar hjá Tórshavnar kommunu skulu hava sólorkuskipan í hesum umfarinum
Margarinfabrikkin skal nú eisini hava sólorku.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
19.06.2026 - 11:25

Tórshavnar kommuna skal brúka 5,2 mió. kr. til sólorku.

Tað samtykti býráðið í gjár.

Átta bygningar hjá kommununi skulu hava sólorkuskipan í hesum umfarinum.

Dagstovnurin Sólareyga, dagstovnurin á Velbastað og skúlin í Nólsoy brúka longu sólorku, men skulu hava størri sólorkuskipan.

Hini, sum nú fáa sólorku, eru Látrið í Nólsoy, Margarinfabrikkin, dagstovnurin í Øksnagerði, býlingshúsið á Ternuryggi og fimleikahøllin í Kollafjarðar skúla.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328