Julian danskur meistari á 10.000 metrum

Julian danskur meistari á 10.000 metrum
Julian Gregersen hevur vunnið danska meistaraheitið í 10.000 metra renning. Renningin í hitanum var taktisk, men klaksvíkingurin vann við frálíkum endaspurti
Mynd: Treysti  
 
28.06.2026 - 16:47

Julian Gregersen hevur vunnið danska meistaraheitið í 10.000 metra renning.

Langteinaúrmælingurin úr Treysti í Klaksvík kom fremstur á mál við tíðini 32.37,93 minuttir í síðsta kappingardegnum av sonevndu DM-vikuni í Herning.

Nógvi hitin gjørdi, at kappingin á breytini gjørdist sera taktisk, men við einum frálíkum síðsta kilometri upp á 2.41 min. fór Julian Gregersen avstað við DM-gullinum góð trý sekund frammanfyri næstfremsta manninum.

Harumframt endaðu føroyingar eisini nummar fýra og fimm. Ragnar Rasmussen (33.14,36) og Neli Heldarskarð (34.03,71), báðir av Argjum, komu á mál ávíkavist á 4. og 5. plássi.

Góðu úrslitini benda á, at góða gongdin hjá Juliani Gregersen og føroysku langteinarunum yvirhøvur heldur fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357