Venesuela: Talið á deyðum farið upp um 1700

Venesuela: Talið á deyðum farið upp um 1700
Fleiri enn 70.000 fólk eru ikki komin afturíaftur
Jarðskjálvtavanlukkan í Venesuela hevur higartil kravt 1.719 mannalív
Mynd: Miguel Medina/AFP/Ritzau Scanpix  
 
30.06.2026 - 09:29

Myndugleikarnir í Venezuela boða frá, at talið á deyðum eftir jarðskjálvtarnar nú er 1.719 fólk. Talið á løstaðum er 5.034, og 15.866 eru heimleys.

Formaðurin í tjóðartinginum í Venesuela, Jorge Rodriguez, kunngjørdi í gjár nýggju tølini.

Tveir jarðskjálvtar raktu Venesuela mikukvøldið í síðstu viku. Teir vóru mettir til 7,2 og 7,5. Tað eru harðastu jarðskjálvtar í landinum síðani 1900.

Sambært eini heimasíðu fyri eftirlýst fólk, sum privatfólk hava stovnað, eru meira enn 70.000 fólk eru ikki komin afturíaftur.

Fleiri útlendsk bjargingarlið komu til Venesuela í gjár, og vón er framvegis um at finna fólk á lívi, hóast møguleikarnir eru sera smáir, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522