Undrast á mannagongdina hjá Firum

Undrast á mannagongdina hjá Firum
Martin Kúrberg bleiv kløkkur, eftir at partafelagið Firum hevði sett gørn út í víkini í Skálavík. Hann undrast um hvat verður kannað, og hann saknar kunning
 
05.07.2026 - 18:10

Í gjárkvøldið eftir midnátt, frætti Martin Kúrberg, sum býr í Skálavík, um, at flótigørn vóru sett út í víkini í Skálavík.

Hann fór oman og sá trý flótigørn, at har vóru tríggir menn í einum báti.

- Eg spurdi teir, hvat teir gjørdu. Teir søgdu, at teir settu gjørn eftir sílum, at teir vóru frá Firum, og at teir høvdu loyvi til tað, sum teir gjørdu.

Eingin visti nakað um tað
Martin Kúrberg sigur við Kringvarpið, at hann ringdi til politiið og greiddi frá, hvat tað var, sum gekk fyri seg. Teir vóru undrandi um tað.

Og hann hevur so eisini ringt til borgarstjóran í Skálavíkar kommunu, og spurt, um kommunan hevði fingið nakra kunning. Men hann visti heldur einki um tað.

Kunning og annar framgangsmáti
- Gørnini blivu tikin upp aftan á, at eg hevði gjørt vart við hetta. Tað, sum eg vildi ynskt, tað varð, at teir brúktu ein annan framgangsmáta, tí sjósílini í Føroyum eru undir trýsti. Tað vita øll. Tað er øgiliga nógv minkað í sjósílum tey síðstu árini.

- Tað hevði verið øgiliga gott, um tey kunnaðu avvarandi myndugleikar á staðnum, so at mann visti, hvat gekk fyri seg. Tí tað virkar øgiliga bombastist at seta so nógv gørn á víkina. Og um teir nú fara aðrastaðnis, at fortelja, hvat tað er, teir vilja kanna, tá teir skulu drepa sílini. Kundi tað ikki latið seg gjørt upp á ein annan máta? Tað hevði verið áhugavert at vitað.

Hoyr innslag úr Útvarpstíðindunum.

1820968

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493