Ellastbilar fara at gera mun

Ellastbilar fara at gera mun
Hóast elbilar eru tyngri enn aðrir bilar og tí slíta vegirnar meira, gjalda teir nógv minni í vegskatti. Munurin er tó ikki so stórur, at hann ger nevniverdan mun
Battaríið ger elbilar tyngri enn aðrar bilar.
 
13.07.2026 - 07:02

Hóast elbilar eru tyngri enn aðrir bilar og tí slíta vegirnar meira, gjalda teir nógv minni í vegskatti.

Munurin er tó ikki so stórur, at hann ger nevniverdan mun.

Ikki fyrr enn vit fáa ellastbilar fáa vit avbjóðingar.

Neyðugt verður at endurskoða alla avgjaldsskipanina fyri akfør, so vit tryggja burðardygga og javnari skipan.

Og vit eiga eisini at hugsa um slit á vegakervið og røkka málinum á orku- og veðurlagsøkinum.

Endurskoða avgjald

Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann.

Hann spurdi, um ætlanin er at javnstilla elbilar og aðrar bilar í vegskattinum.

Aksel V. Johannesen svarar ikki beinleiðis, men hann sigur, at neyðugt er at endurskoða alla avgjaldsskipanina fyri akfør.

Umráðandi er, at tillagingin er trygt grundað og partur av eini heild.

Málið verður tí viðgjørt í breiðari høpi, sigur landsstýrismaðurin. 

1. juli vóru 3.433 elakfør í Føroyum. Tá vóru 28.489 persónbilar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541