Støðugt fleiri hava ikki bústaðartilknýti

Støðugt fleiri hava ikki bústaðartilknýti
Tey flestu, sum ikki hava bústaðartilknýti, eru úr Asia
Umleið 94 prosent av teimum, sum búðu her 1. juni, høvdu bústaðartilknýti, og tað er minsta talið higartil. .
Mynd: Hagstovan  
 
13.07.2026 - 08:25

Støðugt fleiri, sum búgva í Føroyum, hava ikki bústaðartilknýti her, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Tey vóru 3.016 1. juni í ár. 1. juni í 2021 vóru tey 1756.

Talið er støðugt vaksið síðani.

93,7 prosent teirra, sum búðu her 1. juni, høvdu bústaðartilknýti.

Tað er minsta talið higartil.

Tey flestu, sum ikki hava bústaðartilknýti, eru úr Asia.

Føroyskt bústaðartilknýti hava tey, sum hava búð helvtina av lívinum, ella sjey av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114