Asta Højgaard velur sangir úr sínum lívi

Asta Højgaard velur sangir úr sínum lívi
Mín størsta tónleikauppliving er Faroe 5 konsertin á lestrargonguni í Keypmannahavn í fjør, sigur Asta Højgaard, sum hósdagin klokkan 17:05 velur sangir úr sínum lívi
Asta Højgaard
 
06.08.2026 - 10:00

Asta Højgaard, ið er ein av sangarinnunum í Faroe 5, hevur verið tengd at einari ørgrinnu av fjølbroyttum tónleikaverkætlanum. Og fjølbroytni er ivaleyst eitt eyðkenni hjá Astu, ið er útbúgvin hárfríðkanarkvinna.

Í sendingini, ið verður send í útvarpinum hósdagin kl. 17:05, fer Asta at velja nakrar sangir, ið hava havt ein serligan týdning fyri hana, samstundis sum hon eisini fer at siga frá øðrum tættum í sínum lívi, eitt nú hvussu tað var at arbeiða sum hárfríðkanarkvinna í Týsklandi og at sigla við seglbáti millum lond.

Sangirnir, ið Asta Højgaard hevur valt, eru Never Ending Story við Limahl, For The Moments I Feel Faint við Relient K, Doctor Jones við Aqua, Stronger (What Doesn’t Kill You) við Kelly Clarkson, Kanst tú siga farvæl við Millum Frændir, Fields of Gold við Evu Cassidy, og Bailando Bachata við Chayanne.

Sangir úr mínum lívi, í útvarpinum í dag klokkan 17:05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558