Ætlar at endurskapa sigið í Nýggjabergi

Ætlar at endurskapa sigið í Nýggjabergi
Jens Jákup Hansen er í ferð við at gera nýggjan bumm og stól, so til ber at síga niður aftur í Nýggjaberg
 
14.07.2026 - 08:00

- Tað var pápi sum segði mær, hvussu teir plagdu at síga niður í Nýggjaberg, men akkurat hvussu teir gjørdu, hevur altíð undrað meg síðan, sigur Jens Jákup.

Sigið er eitt sindur sermerkt, tí í staði fyri at man verður loraður niður, setur ein seg í stólin og sígur sjálvur niður. Hetta hevur undrað Jens Jákup, hvussu man hevur gjørt.

- Eg haldi meg hava loyst gátuna, sigur Jens Jákup.

Hann sá ein dokumentar, tá ið teir reinsaðu stóru klokkuna í London, Big Ben, fyri dúgvulort. Har brúktu teir ein sermerktan knút, fyri sjálvir at kunna lora seg niður. Hesin knútur var eisini brúktur umborð á seglskipið fyrr í tíðini.

- Entá James Bond brúkar sama knút, sigur Jens Jákup brosandi.

 

 

Jens_Jakup_video

Upptøkur, tá ið teir eru eftir bumminum

 

 

Dokumentar, sum Jens Jákup hevur gjørt um gamla sigið í Nýggjabergi

 

Jens Jákup hevur verið í Nýggjabergi og tikið gamal bummin og dragsað hann heim í garaguna, har hann er í ferð við at gera ein nýggja bumm, sum skal verða líka sum tann gamli.

Um viðrar verður farið í Nýggjaberg ein av døgunum í næstu viku, har ætlanin er at royna nýggja sigið í Nýggjabergi.

Hoyr samrøðuna við Jens Jákup í Summarmorgni.

a_1699-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086