
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

- Argja kirkja er í eygsjón.
Tað sigur Jógvan Fríðriksson, bispur.
Fólkakirkjan hevur endaliga avgreitt málið, og nú liggur tað í Mentamálaráðnum.
Í løtuni er ivamál, um fíggingin er í lagi. Kirkjuráðið, landið og fólkakirkjan skulu gjalda hvør sín triðing av nýggju kirkjuni.
Ein partur av eginfíggingini kemur frá søluni av gomlu kirkjuni. Hon er seld til Kvinnuhúsið, sum skal yvirtaka bygningin 1. januar 2028. Og peningarnir verða ikki goldnir fyrr enn tá.
Næstan tvey ár at smíða
Men tað tekur eisini tíð at smíða.
Tað verður mett at taka 22 mánaðir í hesum føri. Um endaligt loyvi ikki kann latast, fyrr enn gamli bygningurin er yvirtikin, so verður eingin kirkja á Argjum í minst 22 mánaðir.
Tí hevur fólkakirkjan viðgjørt málið, við tí fyri eyga at fáa gongd á byggingina.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sigur við Kringvarpið, at tilfarið er komið frá bispi. Nú bíðar hann eftir umsitingini í Mentamálaráðnum. Men hann kann ikki seta dagfesting á, nær eitt svar kann latast, ella um tað verður fyri ella eftir ólavsøku.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: