Clickhaze er aftur á palli eftir 23 ár í dvala

Clickhaze er aftur á palli eftir 23 ár í dvala
Hóast meira enn tjúgu ár eru liðin, síðani bólkurin seinast stóð á palli saman, er okkurt í búkinum, sum sigur, at tað kennist rætt nú, siga tónleikararnir
18.07.2026 - 20:37

Tey vóru við til at leggja lunnar undir G! Festivalin.

Vóru grasrøtur í føroyska tónlistaheiminum.

Og eftir 23 ár í dvala stendur Clickhaze nú aftur á palli saman. Kanska fyri síðstu ferð.

 

Kennist rætt nú

Clickhaze spælir leygarkvøldið á sandinum á ársins G! Festivali.

Hetta er ein stór løta, spyrt tú tónleikafrøðingin Knút Háberg Eysturstein, sum hevur fylgt bólkinum frá byrjan. 

 

Bólkurin spratt upp úr kreativa tónleikaumhvørvinum síðst í 1990'unum, og um ártúsundskiftið var Clickhaze við til at mynda føroyska tónleikalist.

Fleiri í umhvørvinum setti sær tá fyri at savna føroyskan og altjóða tónleik, og í 2002 bleiv hetta til G! Festivalin.

 

Loyndarfult og opið

Meðan festivalurin hevur trivist í øllum góðum øll árini, hevur Clickhaze ikki staðið á sandinum saman síðani 2003.

Men hóast tað er langt síðani síðst, kennist tað sum tann heilt rætta løtan nú, siga tónleikararnir. 

Um hetta fer at føra til nakað meira, er tó enn óvist.

- Vit hava ikki ætlanir um nakað meira, men vit taka tað sum tað kemur og halda tað loyndarfult og opið, sigur Eivør Pálsdóttir, sangari í bólkinum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086