Fáa 750 fiskidagar aftrat

Fáa 750 fiskidagar aftrat
Lógarupskot um, at bátarnir í bólki 5B fáa 750 fiskidagar aftrat í ár.
 
22.07.2026 - 05:14

Bátarnir í bólki 5B fáa 750 fiskidagar aftrat í ár.

Dagarnir vera latnir sum felags fiskidagar.  

Tað er lógarupskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni.

Hetta lógaruppskotið broytir ikki galdandi skipan um, hvussu fiskidagar vera ásettir sambært sjófeingislógini, sigur landsstýrismaðurin. 

Fiskidagarnir sambært uppskotinum eru tí ikki við í árliga fiskidagatalinum, sum er ásett sambært kunngerð.

Uppskotið er ein serlig heimild at lata bólki 5B 750 eyka fiskidagar í fiskiárinum 2026, sigur Bárður á Steig Nielsen. 

Hann sigur seg vera varugan við, at uppskotið víkir frá umsitingarætlanini og veiðiregluni.

Tað kunnu vera avleiðingar av at tilluta fleiri fiskidagar, so sum fyri MSC-góðkenning. 

Serlig loysn

Men talan er tó um serliga og tíðaravmarkaða loysn, sum ikki broytir galdandi skipan fyri áseting av 
fiskidagatalinum sambært sjófeingislógini. 

Uppskotið verður sostatt lagt fram við tí endamáli at loysa eina ítøkiliga støðu í verandi fiskiári.  

Í gjár vóru 115 fiskidagar eftir hjá bólki 5B.

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Fiskivinnuráðnum, Felagnum trolbátum, Vørn og 
Havstovuni.

Hoyringarfreistin annars er stutt. Hon er til leygardagin 25. juli.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086