Frakland samtykt 15 ára aldursmark á sosialar miðlar

Frakland samtykt 15 ára aldursmark á sosialar miðlar
Lógin kemur í gildi longu 1. september
Tilvildarlig mynd.
Mynd: Savnsmynd  
 
22.07.2026 - 13:17

Frakland hevur sum fyrsta landið í Evropa endaliga samtykt uppskot um at nokta børnum undir 15 ár atgongd til sosialar miðlar.

Franska tjóðartingið samtykti í gjár lógaruppskotið, sum noktar børnum undir 15 ár at brúka miðlar so sum Facebook, Snapchat, Instagram, TikTok og YouTube, skrivar tíðindastovan Reuters.

Stórur meiriluti var fyri uppskotinum í franska senatinum og tjóðartinginum, hóast atfinningar frá vinstravonginum, skrivar franski miðilin, Le Monde.

Frakland er sostatt fyrsta landið í Evropa at seta aldursmark á sosialar miðlar eftir, at Avstralia sum fyrsta landið í heiminum hevur noktað børnum yngri enn 16 ár at brúka sosialar miðlar.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, sigur lógina vera eitt stórt framstig.

- Frakland gongur á odda í Evropa at verja børn og ung, sigur franski forsetin í sjónbandi, sum er lagt út á sosialar miðlar.

Lógin kemur í gildi longu 1. september, skrivar Reuters. Við lógini verður kravt, at sosialir miðlar skulu vátta aldur til tess at geva atgongd. Lógin bannar eisini næmingum, sum ganga á framhaldsdeild at brúka snildfon í skúlatíð.

Fleiri onnur evropeisk lond hava ætlanir um at avmarka atgongdina hjá børnum og ungum til sosialar miðlar, og so seint sum í síðstu viku segði forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, at ES eigur at seta aldursmark fyri, nær børn skulu hava atgongd til sosialar miðlar.

Eisini her heima er ætlanin at áseta avmarkingar. Í samgonguskjalinum stendur, at aldursmark á 15 ár skal setast á sosialar miðlar, og at snildfonir skulu úr skúlunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329