Trump hóttir Iran

Trump hóttir Iran
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir við at bumba eina brúgv ella eitt orkuverk í Iran fyri hvørt álop, sum Iran fremur á skip í Hormuzsundinum
Mynd: Savnsmynd (Saul Loeb/Reuters/Ritzau Scanpix)  
 
22.07.2026 - 19:22

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir við at bumba eina brúgv ella eitt orkuverk í Iran fyri hvørt álop, sum Iran fremur á skip í Hormuzsundinum.

- Frá hesi løtu fer USA at bumba og oyðileggja eina brúgv ella eitt orkuverk, - eisini tey, sum eru nærindis ella í Teheran, hvørja ferð Iran letur skot av móti einum skipi í Hormuzsundinum, skrivar Trump á egna miðli sínum.

Fyri nærum tveimum vikum síðani fóru USA og Iran aftur í kríggj. 

Í gjár segði Trump, at amerikonsku náttarálopini ikki stegða enn.

- Taka vit okkum aftur nú, fer tað at taka Iran 20 til 25 ár at endurreisa landið. Vit eru als ikki liðug, og vit taka okkum ikki aftur nú, segði hann.

Seinnapartin í dag boðaði iranska tíðindastovan, Tasnim, frá amerikonskum rakettálopi á oynna Larak í Hormuzsundinum. 

Samstundis fremur iranska kollveltingarhirðin álop á amerikonsk mál í Jordan. Sambært Tasnim, hevur USA lopið á millum annað al-Faisal-herstøðina.

USA hevur áður framt álop á fleiri brýr í Iran í krígnum, og Trump hótti í marsmánaði við at leypa á orkuverkini í Iran, um Hormuzsundið ikki var latið upp aftur innan 48 tímar. 

Iran aktaði ikki boðunum.

Men Trump segði seinni, at hann útsetti álopini, tí hann vildi heldur samráðast.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479