Grannarnir vistu einki um íbúðabygging

Grannarnir vistu einki um íbúðabygging
Tað kom óvart á fólk, sum búgva í Jóannesar Patursonargøtu í Havn, tá Kringvarpið greiddi frá, at kommunan arbeiddi við at broyta byggisamtyktina á staðnum.
24.07.2026 - 19:54

Í seinastu viku visti Kringvarpið at siga, at Tórshavnar kommuna fór at hava kunningarfund um eina ætlan at broyta serstaka byggisamtykt millum Jóannesar Paturssonargøtu og Landavegin.

Hjalti Bogason Støylen, sum býr í Jóannesar Paturssonargøtu, sigur við Kringvarpið, at longu nú er trupult at fáa parkeringspláss í økinum. Nú er ætlanin at gera 24 búeindir, sum allar skulu hava eitt parkeringspláss í part, so tá verður trýstið enn størri.

Hann vísir eisini á, at um mønin á goymlsubygninginum verður hækkað 4 metrar, sum ætlað, so fer tað at taka bæði útsýni og sólargang.

Annars ynskir Hjalti Bogason Støylen at finna eina loysn, sum øll kunnu liva við.

Sí innslag úr Degi og viku.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115