Landsstýrismaðurin vil útvega fígging til tól til flogsáð-mátingar

Landsstýrismaðurin vil útvega fígging til tól til flogsáð-mátingar
Bárður á Steig Nielsen heldur tað vera sjálvsagt, at Veðurstovan skal kunna máta neyvu flogsáð-tølini, og hann er sinnaður at tryggja stovninum neyðugu fíggingina
 
28.07.2026 - 18:32

– Tað er sjálvsagt, at okkara veðurstova hevur mátingartól, sum kunnu siga okkum her í Føroyum tey neyvu flogsáð-tølini, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, sum varðar av Veðurstovu Føroya.

Eftir at Regin W Dalsgaard, av sínum eintingum, hevði almannakunngjørt eina heimasíðu, sum kundi vísa metingar av pollen-tølum í luftini í Føroyum, spurdu vit Bárður A. Niclasen, deildarleiðara á Veðurstovu Føroya, um Veðurstovan kundi átaka sær at gera hesar kanningar.

Hann segði við Útvarpið um vikuskiftið, at tað ber væl til, men at serlig mátingartól krevjast, men slík tól hevur Veðurstovan ikki í løtuni.

Bardur_A_vedurstovan

 

Landsstýrismaðurin lovar, at hann er sinnaður at útvega Veðurstovuni neyðugu fíggingina, so neyvar flogsáð-mátingar kunnu gerast í Føroyum.

Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða her:

Bardur_a_Steig_pollen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025