Nógv hava vitjað ólavsøkuframsýningina

Nógv hava vitjað ólavsøkuframsýningina
Ólavsøkuframsýningin hjá Listafelag Føroya hevur drigið nógv fólk, eftir at hon í ár varð flutt úr Listaskálanum í bygningin hjá Tórshavnar kommunu í Steinatúni
Nógvir proppar á gólvinum
Mynd: Bjartur Sigmundarson  
 
31.07.2026 - 10:29

Í ár hevur listamaðurin Edvard Fuglø valt verk hjá umleið 90 listafólkum til framsýningina, sum er á fleiri hæddum í bygninginum hjá Tórshavnar kommunu í Steinatúni.

Sambært Regini Vilhelm, kassameistara hjá Listafelag Føroya, riggar nýggi bygningurin væl til endamálið, og eisini listafólkini eru væl nøgd við umstøðurnar.

Olavsokuframvising_2026_1

 

Ólavsøkuframsýningin hevur í mong ár húsast á Listaskálanum, men vegna umbyggingar varð framsýningin í ár flutt oman í Steinatún. Bygningurin hjá Tórshavnar kommunu riggar væl til høvi, og listafólkini lata væl at bygninginum.

Olavsokuframvising_2026_2

 

Framsýningin í ár er sera fjølbroytt og allir aldursbólkar eru umboðaðir. Aftrat hesum umboðar gongin millum hæddinar listafólk, ið ikki eru millum okkum meira.

Olavsokuframvising_2026_3

 

Tey vitjandi eru eisini væl nøgd um framsýningina. Vit fingu orðið á Súsonnu Hjalnafoss:

Olavsokuframvising_2026_4

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111