Úr norðasta Arktis til Føroya við árabáti

Úr norðasta Arktis til Føroya við árabáti
Fýra menn settu sær fyri at rógva so langt norður, sum til ber, og síðani til Føroya. Nú eru teir komnir á mál
Fotografur: Jakob Jørgensen
07.08.2026 - 19:26

Hóast árabáturin er lítil, hava teir fýra menninir umborð stórar ætlanir.

Eftir 33 dagar umborð, harav 21 dagar á opnum havi, hava teir róð í minsta lagi 2.800 kilometrar og eru loksins komnir upp á land í Havn.

Roman Möckli, Florian Ramp, Ben von Mitzlaff og Frederik Jacobs úr Sveis løgdu frá landi í Svalbard. Teir settu sær fyri at rógva so langt norður, sum til ber, og síðani til Føroya.

 

Varpa ljós á veðurlagsbroytingar

Endamálið við túrinum er millum annað at varpa ljós á veðurlagsbroytingar.

Havísurin á Norðpólinum bráðnar, og tí ber tað til at rógva oman fyri 80 stig norður. Hetta hevði ikki borið til fyri fáum áratíggjum síðani, sigur Roman Möckli, stýrimaður.

Eftir at hava verið norðuri á 80 stigum, har arktiski ísurin møtir sjónum, løgdu teir leiðina ímóti Føroyum.

Í vikuni rukku teir málinum, tá ið teir róðu inn á Havnina.

 

Sí meira í innslagi í Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329