Hevur ikki somu uppfatan sum Maud

Hevur ikki somu uppfatan sum Maud
Stjórin á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum sigur, at hann skilir ikki, hví sáttmálin við Pedagogfelagið ikki er undirskrivaður
 
08.01.2014 - 15:03

- Eg skilji ikki, hví sáttmálin ímillum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki er undirskrivaður.

Tað sigur Snorri Fjallsbak, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

- Eg havi ikki somu uppfatan av støðuni, sum tit hava endurgivið forkvinnuna í Pedagogfelagnum fyri at hava, sigur hann.

Í gjár hevði Pedagogfelagið fund við yvir 100 álitisfólk, og tey vildu hava at vita, hví sáttmálin ikki er undirskrivaður, segði Maud Vang Hansen, forkvinna við útvarpið í gjár.

Hava biðið um fund

Pedagogfelagið hevur biðið um fund við lønardeildina, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Fundurin verður ikki fyrr enn í næstu viku, tí hesa vikuna hava vit úr at gera við øðrum, sigur Snorri Fjallsbak, stjóri á lønardeildini.

Hann vil ikki grundgeva fyri, hví hann hevur aðra uppfatan av støðuni, enn forkvinnan í Pedagogfelagnum.

Fóru á dyr

- Tá vit hittust tann 3. desember, hildu vit eisini, at vit skuldu skriva undir nýggjan sáttmála. Men tá umboðini fyri Pedagogfelagið komu at skriva undir, hugdu tey at tí eina punktinum, og hildu so á dyr.

Síðani hava vit ikki tosað saman, og eg bíði spentur eftir at fáa at vita, hvør trupulleikin er. Tað vænti eg at fáa at vita tá fundur verður í næstu viku, sigur Snorri Fjallsbak.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Eitt korter við klassiskum
213339
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221