- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja vísa, hvussu fjølbroyttur pápin var

Við 65 listaverkum vilja tær báðar døturnar hjá Eyvindi Mohr, Gulla Mohr og Turið Nolsøe Mohr, vísa fólki listina hjá pápanum, ið hevði fylt 100 í ár:
-Endamálið hjá okkum er at vísa, hvussu fjølbroyttur babba var í sínari list, og tað halda vit at verkini á framsýningini sýna, siga systrarnar Gulla Mohr og Turið Nolsøe Mohr. Tær eru ógvuliga takksamar fyri stuðulin í samband við framsýningina, og at tær kundu læna so nógv listaverk frá stovnum og einstaklingum.
-Nú eru 21 ár síðani, at Eyvindur fór - hetta heilt serliga menniskja, ið rúgvaði so nógv í lívinum hjá okkum, sum untust at kenna hann. Keðiligur var hann ikki. Nú hann hevði fylt hundrað, royna vit at fylla eitt sindur í tómrúmið eftir hann við framsýning av verkum, ið umboða stóran part av hansara virki sum listamaður - og so lata listina siga tað, sum eftir er at siga, skriva døturnar Gulla og Turið í skránni til framsýningina.
Framsýningin í Müllers Pakkhúsi í Havn er opin til og við sunnudagin 23. august, hvønn dag millum klokkan 15 og 18.
Tú kanst hoyra samrøðuna við systrarnar, sum var í Summarmorgni, her:





















