Felag hevur patent uppá fiskihátt

Felag hevur patent uppá fiskihátt
Felagið Calanus fer at royndarfiska eftir reyðæti í Bankarennuni við føstum reiðskapi á botni í staðin fyri at trola við skipi
Petur Olsen og felagið Calanus ætla at fiska reyðæti í Bankarennuni við føstum reiðskapi á botni heldur enn at trola við skipi
Mynd: Ingolf S. Olsen  
 
17.08.2026 - 01:57

Triða felagið, sum hevur fingið royndarloyvi at fiska reyðæti á djúpum vatni í Bankarennuni, er Calanus í Havn. Hini bæði eru JFK í Klaksvík og Jupiter í Kollafirði, og innsløg um tær verkætlanirnar vóru í ávikavist Degi og Viku 18. juni og í útvarpstíðindunum á náttúrða leygardagin 15. august.

Petur Olsen, maskinmeistari, er stjóri í smápartafelagnum Calanus - tað er latínska navnið á reyðæti - og hann hevur sjálvur gingið fremst í menningini av ætlaða fiskiháttinum. Petur Olsen hevur longu fingið patent uppá tvær arbeiðsgongdir, sum eru partar av konseptinum, og triðja patentið verður væntandi fingið til høldar í næstum.

Nú verður farið undir at útvega tær fimm milliónir krónurnar í váðafúsum kapitali ella láni, sum felagnum tørvar fyri at kunna fara undir fyrsta stigið í verkætlanni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:

 

1827190

 

Hoyr innslagið um royndarloyvið hjá felagnum Jupiter her:

1827190

 

Sí innslag í Degi og Viku um ætlanirnar hjá JFK um reyðæti

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166