Ben Arabo: Onkur stuðulsskipan eigur at strikast og aðrar dagførast

Ben Arabo: Onkur stuðulsskipan eigur at strikast og aðrar dagførast
Ffleiri stuðulsskipanir á arbeiðsmarknaðinum eru avoldaðar, og fortreytirnar fyri teimum eru burtur. Tí mugu tær eftirhyggjast, heldur formaðurin í Løgtingsins vinnunevnd
Ben Arabo (C), formaður í Løgtingsins vinnunevnd
Mynd: Savnsmynd  
 
17.08.2026 - 03:16

Ben Arabo, javnaðartingmaður og formaður í Løgtingsins vinnunevnd, tekur í stóran mun undir við vinnulívsmanninum Atla Gregersen, stjóra í alifyritøkuni Hiddenfjord, sum í samrøðu við Frihedsbrevet mælir til at avtaka fleiri stuðulsskipanir á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tí tær skeikla bæði arbeiðsmarknaðin og vinnuna.

Ein slík skipan er fiskavirkisskipanin hjá ALS, ein onnur er skipanin við serliga skattafrádráttinum til sjófólk.

Vinnunevndarformaðurin leggur dent á, at initiativið til dagføringar og møguligar strikingar av stuðulsskipanum eigur at koma frá landsstýrinum, og hann er varin við at avhøvda stuðulsskipanir fyri opnari mikrofon, men hann væntar ikki, at sjómannafrádráttinum er langt lív lagað. Grundleggjandi heldur Ben Arabo, at allar stuðulsskipanir eiga at eftirhyggjast við jøvnum millumbilum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:

1827215


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334