Danmark og Grønland ósamd um at útvinna uran

Danmark og Grønland ósamd um at útvinna uran
Danska stjórnin skal ikki gera av, hvat Grønland skal gera, sigur Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna
 
09.01.2014 - 08:03

Tvídráttur er millum Grønland og Danmark um grønlendsku ætlanirnar at útvinna uran úr grønlendsku undirgrundini.

Tað var greitt eftir fundin í gjár millum grønlendsku landsstýrisforkvinnuna, Alequ Hammond, og danska forsætisráðharran, Helle Thorning-Schmidt.

Báðar vóru kortini samdar um, at partarnar fara at koma til eina semju einaferð í ár.

Neyðugt við samstarvsavtalu

- Tað er greitt, at uran er eitt serligt ráevni, og tí er neyðugt við eini samstarvsavtalu millum londini, sigur Helle Thorning-Schmidt. Hon leggur samstundis dent á, at spurningurin kemur undir verju-, uttanríkis- og trygdarpolitikkin, sum Danmark hevur ábyrgdina av.

Aleqa Hammond gjørdi greitt, at tað ikki er danska stjórnin sum skal gera av, hvat Grønland skal gera á økinum.

Grønland hevur avgerðarrættin

Í oktober í fjør bað grønlendska landsstýrið danska advokatfelagið Lett greina málið um uranið, og niðurstøðan var, at Grønland einsamalt kann gera av, hvussu farast skal fram, so leingi sum uranið skal nýtast til friðarlig endamál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
HM-nostalgi
209837
Mikudag 17. juni
HM-startskotið
209835
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762