Visit Faroe Islands við ferðafólk: Skikkið tykkum væl

Visit Faroe Islands við ferðafólk: Skikkið tykkum væl
Á Visit Faroe Islands royna tey nú at vísa ferðafólkum, sum koma til Føroya at uppliva okkara órørdu oyggjar, hvussu tey eiga at bera seg at í Føroyum
19.08.2026 - 11:23

Á Visit Faroe Islands eru tey farin frá at framleiða lýsingafilmar um, hvussu "unspoiled" (órørdar) Føroyar eru, til at framleiða kunningarfilmar til ferðafólk undir heitinum "Please Visit Responsibly". 

Endamálið er at vísa ferðafólkum, hvussu tey eiga at uppføra seg í Føroyum.

"Hetta fer at vera ein óloysiligur partur av okkara kunning og marknaðarføring, sum vit stigvíst fara at víðarimenna og byggja inn í alt tað, sum vit gera," sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari í Visit Faroe Islands.

 

Skemtilig brot

Talan er um smá, skemtilig filmsbrot, har útvaldir føroyingar greiða frá, hvussu ferðafólk helst eiga at bera seg at í Føroyum.

Øll filmsbrotini enda við ítøkiligum ráðum, sum ferðafólk eiga at hava í huga, tá tey koma til Føroya á vitjan. 

Fríði "Joe" Djurhuus úr punkbólkinum Joe & the Shitboys heitir á ferðafólk, ið koma til Føroya at flúgva við dronum, um "don't be a dick" (ikki vera ein klovn), men at halda seg til reglurnar fyri dronuflúgving. Um ikki, so fara føroyingar at senda danska hervaldið og NATO eftir tær. 

 

Fokk-it heldur enn bucket

Silvurdrongurin kemur hinvegin við einari áheitan til ferðafólk um at taka tað róligt, umfevna serliga oyggjahuglagið í Føroyum og at gera ein fokk-it-lista heldur enn ein bucket-lista.

Hetta vísir til, at ferðafólk skulu heldur njóta friðin í Føroyum enn at renna runt í eini roynd at uppliva neyvt tey somu tingini og støðini sum øll hini ferðafólkini. 

 

Føroysku húsini eru grannaløg

Sjónleikarinnan Mariann Hansen spælir leiklutin sum húsfrúgv úti á Reyni í Havn, sum ikki longur fær frið at vaksa upp í náttklæðum, tí fólk standa uttanfyri og gløða inn gjøgnum vindeygað ella taka myndir av gomlu húsunum, tí tey eru so "instagrammable". 

Hetta sipar til, at ferðafólk mugu minnast til, at Reyn, Tjørnuvík og onnur støð í Føryum eru grannaløg, har fólk búgva. 

"Hetta er ikki nakað nýtt. Vit hava havt kunning um ferðafólkaatburð í nógv ár. Tað nýggja er, at vit breiða tað nógv meira út enn áður," staðfestir Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari í Visit Faroe Islands. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985