Asterix hevur serlig evni at finna rottu

Asterix hevur serlig evni at finna rottu
Hundurin Asterix, sum er gravhundur av skånskum hundaslagi, verður ofta boðsendur saman við eigaranum, Jan Thomsen Eldevig, tá fólk síggja rottu
Hesir báðir eru ógviliga væl. Rottuhundurin Asterix og eigarmaðurin Jan Thomsen Eldevig
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
19.08.2026 - 23:54

Rottuhundurin Asterix hevur prógvað, at hann hevur serlig evni at lukta og grava seg fram á rottu.

Eigarin Jan Thomsen Eldevig í Streymnesi sigur, at higartil í ár hevur Asterix tikið omanfyri 40 rottur.

Og tað er fyri tað mesta á vanligum gongutúrum hjá teimum báðum, uttan beinleiðis at leita eftir rottu.

- Fólk hava nú hoyrt um serligu evnini hjá Asterix, og biðja nógv nú um hjálp at fanga rottu. Hundurin hevur góðan luktisans og luktar hann rottu, grevur hann seg niður á hana og oyðileggur reiðrið, sigur Jan.

Mánakvøldið var Summarmorgun við, tá Asterix varð boðsendur at koma til Viðareiðis, har tey høvdu sæð rottu við eín lítlan djóragarð við gamla Viðareiðisvegin tætt við bygdina. Irena Sørensen bóndakona hevði sent boð eftir teimum, tí maður hennara hevði sæð rottu.

Tað var áhugavert at síggja Asterix arbeiða, tí tað var týðiligt at hann luktaði rottu og fór tí at grava. Men hesaferð var eingin fongur, tí rottan var ikki har. Men hetta verður neyvan seinastu ferð at Asterix verður boðsendur til slíka uppgávu.

Tú kanst hoyra innslagið um Asterix her.

1827667

 

Tað ber eisini til at fylgja Asterix á sosialu miðlunum, tí hann hevur sína egnu Facebook-síðu undir navninum Rottar Asterix. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858