Kunnu søkja um leigustuðul 1. september

Kunnu søkja um leigustuðul 1. september
Útgjald verður í fyrsta lagi mánaðin eftir, at Almannaverkið hevur fingið umsóknina
Almannaverkið umsitur leigustuðulin.
 
20.08.2026 - 11:56

Nú fer skjótt at bera til at søkja um leigustuðul.

Umsóknarbløð vera tøk á heimasíðuni hjá Almannaverkinum 1. september.

Útgjald verður í fyrsta lagi mánaðin eftir, at Almannaverkið hevur fingið umsóknina.

 

20 prosent av húsaleiguni

Leigustuðulin er 20 prosent av húsaleiguni, sum er ásett í leigusáttmálanum, men tó í mesta lagi 1.500 kr. um mánaðin.

Hjá húskjum, har eitt fólk er yvir 18 ár, lækkar leigustuðulin fimm prosent av inntøkugrundarlagnum, sum er omanfyri 350.000 kr.

Eru tvey fólk ella fleiri yvir 18 ár, lækkar stuðulin fimm prosent av inntøkugrundarlagnum, sum er omanfyri 500.000 kr.

Verður leigustuðulin minni enn 300 kr., fellur hann burtur.

 

Verður rindaður mánaðin eftir

Leigustuðul verður veittur frá mánaðinum eftir, at Almannaverkið hevur umsóknina.

Hann verður rindaður mánaðarliga afturúr á kontu hjá umsøkjaranum.

Fyri hvørjar 12 mánaðir, húski hevur fingið leigustuðul, skal tað skjalprógva veruligu útreiðslurnar til húsaleigu seinasta árið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040