Barsil við skattafrádrátti

Barsil við skattafrádrátti
Lærlingar hava rætt til skattafrádrátt, tá teir eru í barnsburðarfarloyvi
Lærlingar hava rætt skattafrádrátt, tí vanligt er, at teir hava sáttmála, meðan teir eru í barnsburðarfarloyvi.
 
22.08.2026 - 15:48

Lærlingar hava rætt til skattafrádrátt, tá teir eru í barnsburðarfarloyvi.

Tað sigur TAKS.

TAKS viðgjørdi í fjør spurningin, hvussu lærlingafrádrátturin skal viðgerast, tá lærlingurin er í 
barnsburðarfarloyvi.

Yrkisdepilin var við í viðgerðini.

Hann segði, at vanliga gera lærupláss og lærlingur avtalu um at leingja lærutíðina, tá lærlingur skal í barnsburðarfarloyvi.

Tá lærutíðin verður longd, hevur lærlingurin sambært TAKS framvegis lærusáttmála.

Tí hevur hann rætt til frádrátt í barsilstíðarskeiðnum.

Kristian Krog Hentze, løgtingsmaður, spurdi Aksel V. Johannesen, landsstýrismann, um lærlingafrádráttin og barsil.

Frádrátturin er 50.000 kr.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011