Mist MSC-góðkenning kann kosta arbeiðspláss

Mist MSC-góðkenning kann kosta arbeiðspláss
Stórur meiriluti tykist vera í Løgtinginum fyri at geva bólki 5B eyka fiskidagar. Stjóri á upsavirki óttast avleiðingarnar
25.08.2026 - 19:43

Stjórin á Faroe Origin óttast avleiðingarnar av, at Løgtingið í morgin sannlíkt samtykkir at lata eyka fiskidagar til útróðrarbátarnar í bólki 5B.

Tá fult virksemi er á virkinum í Runavík, hava okkurt um 90 fólk sítt livibreyð har, men morgindagurin kann gerast ein lagnudagur hjá teimum.

Tá fer Løgtingið nærum við vissu at samtykkja eitt lógaruppskot hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, um at lata ófullriknu útróðrarbátunum í bólki 5B 750 eyka fiskidagar.

Tískil gongur Løgtingið og landsins leiðsla ímóti síni egnu umsitingarætlan, og avleiðingin kann verða, at ICES kolldømir umsitingarætlanina.

Hendir tað, er tað sannlíkt, at MSC-góðkenningin av føroyska upsafiskiskapinum saman við restini av botnfiskiskapinum verður tikin aftur.

Uttan MSC-góðkenning verður marknaðurin seldur til aðrar marknaðir, sum heldur vilja hava minni góðskaðar vørur, so tað verður brúk fyri færri hondum á upsavirkjunum, vísir Jens Pauli Petersen, stjóri á Faroe Origin.

Sí innslag í Degi og Viku:

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203