Skúlabørnini orka nú 31 prosent betur

Skúlabørnini orka nú 31 prosent betur
FIT FIRST er eitt átak í Vágs skúla, sum hevur til endamáls at bøta um kropsligu støðuna, trivnaðin og virkishugin hjá næmingunum. Og úrslitini eru sera góð
John Henrik Holm, skúlastjóri, og Finn Johannesen, lærari, í Vágs skúla er væl nøgdir við FIT FIRST-átakið
Mynd: Finn Johannesen  
 
26.08.2026 - 15:14

Vágs skúli vildi fegin royna rørsluátakið FIT FIRST, sum Syddansk Universitet hevur ment í samstarvi við m.o. vágbingin Magna Mohr. Nú á døgum er stórur partur av børnum og ungdómi bundin at skíggja. Endamálið við FIT FIRST er at fáa skúlanæmingarnar at spæla meira og brúka orkuna, og at kenna seg sum part av átkinum. Í 1., 2. Og 3. flokki verða tríggir tímar um vikuna brúktir til FIT FIRST.

Í átakinum eru ymiskar ítróttagreinar og harvið ymiskar rørslur. Í morgun, nú Summarmorgun vitjar, eru tey í fimleikarhøllini og spæla kurvabólt. Lærarin Finn Johannesen sigur, at í byrjanini fyri trimum árum síðani vóru ikki allir næmingarnir so hugaðir, men sum frá leið sóu tey, at øll fáa okkurt burtur úr.

-Átakið hjá okkum byrjaði á vári í 2023 og vit sóu at tølini broyttust skjótt. Úrslitið hevur vakt stóran ans, tí ímiðal bleiv konditiónin hjá næmingunum 31 prosent betri eftir bara 10 vikum. Vit høvdu ikki droymt um at tað kundi gera so stóran mun, sigur John Henrik Holm, skúlastjóri í Vágs skúla.

Hann sigur at tað hevði ikki borið til at farið undir átakið uttan vælvild frá Tvøroyrar skúla, sum hevur verið ein kontrollskúli, so tølini kundu samanberast. Og tølini talaðu sítt greiða mál, at átakið loysti seg. Nú er Tvøroyrar skúli eisini komin við í skipanina, og nú hava báðir teir stóru skúlarnir í Suðuroynni eina felags verkætlan.

Nú verða tølini borin saman við skúlar norðanfjørðs og umframt konditión er trivnaður nú eisini við í verkætlanini. John Henrik Holm sigur, at skúlar norðanfjørðs hava víst ájhuga fyri at vera við í FIT FIRST-átakinum. Hann nevnir t.d. Tofta skúla og Vestmanna skúla.

1828794

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329