Løgmaður vil hava annan kanningarstjóra

bannari
Løgmaður vil hava annan kanningarstjóra
Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at tað er best fyri trúvirðið í politisku skipanini, at annars kanningarstjóri verður funnin
 
10.01.2014 - 07:44

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vil hava annan kanningarstjóra at kanna handfaringina av málinum um Skálafjarðatunnilin. Ein kanning, ið eisini hevur til endamáls at kanna løgmann sjálvan. 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen í stuttari viðmerking við Norðlýsið í gjárkvøldið. 

- Av tí at áhaldandi ivi verður sáddur um leiklutin hjá kanningarstjóranum í hesum málinum, er tað best fyri trúvirðið í okkara politisku skipan, at ein nýggjur kanningarstjóri verður funnin. Hetta er mín persónliga sannføring, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, við Norðlýsið. 

Á gáttini at skriva undir

Í gjár avdúkaði Kringvarpið, at Annfinn Vitalis Hansen, advokatur, sum er settur at kanna handfaringina av málinum um Skálafjarðatunnilin, hevur, sum formaður fyri Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, verið í tøttum samskifti við Copenhgen Infrstructures Partners um at fíggja tunnilin.

Og í juni í fjør var Annfinn Vitalis Hansen á gáttini at skriva sáttmála við CIP um fígging av Skálafjarðartunnilin. 

Hevði ikki verið skotin upp

Stjórin á øgtingsskrivstovuni, Súsanna Danielsen, viðgekk fyri Kringvarpinum í gjár, at hon hevði ikki skotið Annfinn Vitalis Hansen upp sum kanningarstjóra, um hon visti, at hann sum formaður fyri Samhaldsfasta var á gáttini til at skriva undir sáttmála við CIP um at fíggja Skálafjarðartunnilin.

Og ein samd landsstýrismálanevnd tekur nú frástøðu frá kanningarstjóranum, sum tingformaðurin hevur sett, tí allur ivin um hansara gegni ger, at álitið á kanningin er fokin, áðrenn hon er gjørd. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221