- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendskir fiskimenn siga nei til ES-samráðingar
Íslendskir fiskimenn siga nei til ES-samráðingar
Fólkaatkvøðan um at taka samráðingarnar við ES uppaftur verður í morgin

Ein kanning, sum Gallup gjørdi, sigur, at 90 prosent av fyritøkum í fiskivinnuni eru í móti ES limaskapi.
Mynd: Shutterstock.com
28.08.2026 - 08:23
Fiskimenn í Íslandi fara at siga nei á fólkaatkvøðuni um samráðingar við ES.
Fólkaatkvøðan verður í morgin.
AFP-tíðindastovan hevur skattað dýpið hjá fiskimonnum. Niðurstøðan er, at fiskimenn ivast ikki. Teir fara at atkvøða nei.
Teir vilja ikki, at ES sleppur í íslendskan sjógv at fiska.
Toskakríggið við Bretland frá 1958 til 1976 um fiskimarkið verður nevnt.
Ein kanning, sum Gallup gjørdi, sigur, at 90 prosent av fyritøkum í fiskivinnuni eru í móti ES limaskapi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























