Tveir nýggir gulir bátar

Tveir nýggir gulir bátar
Kappróðarfelagið NSÍ skal hava ein nýggjan Eysturoying og ein nýggjan Heiðabát til komandi kappingarár
Seinastu árini hevur annars sigursvandi guli Eysturoyingurin ikki verið við í kappingini um føroyamestaraheitið. Men nú skal ein spildurnýggjur Eysturoyingur bjóða av aftur hjá 10-mannaførunum
Mynd: Savnsmynd  
 
31.08.2026 - 18:20

Tað eru eftirhondini nøkur ár síðan, at Eysturoyingur hjá kappróðrarfelagnum NSÍ taldist millum allarbestu 10-mannaførini og var í harðari kapping við serliga Klaksvíking.

Seinastu árini hevur Eysturoyingur ikki verið mannaður, men vónin er, at vend kemur í, nú Sámal Hansen smíðar ein nýggjan Eysturoying.

Ein orsøk til bjartskygni er, at Heiðabáturin var við í 8-mannaførunum í ár, har hann stóð seg væl og endaði á triðja plássi í samlaðu FM-kappingini. Og nú skal ein nýggjur Heiðabátur eisini byggjast.

Hoyrið innslag við Janusi Knudsen, formanni í kappróðrarfelagnum NSÍ, her:

 

1829732

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213