Ætlanin at fáa Føroyar í ERASMUS+ heldur

Ætlanin at fáa Føroyar í ERASMUS+ heldur
Fyrst í 2027 verður søkt um góðkenning til Fróðskaparsetrið, so tað kann koma við í ERASMUS+ hjá ES í 2028
Fróðskaparsetrið fyrireikar seg til ERASMUS+.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.09.2026 - 06:40

Fyrst í 2027 verður søkt um góðkenning til Fróðskaparsetrið, so tað kann koma við í ERASMUS+ hjá ES í 2028.

Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, í svari til Bjørg Brynhildardóttur Egholm, løgtingskvinnu.

Hann sigur, at arbeiðið at fáa Føroyum atlimaskap gongur eftir ætlan.

Landsstýrismaðurin kann ikki siga enn, hvussu nógv, atlimaskapurin kostar, tí samráðingarnar eru ikki lidnar.

Tær vera lidnar seint í 2027.

Altjóða skrivstovan

Og altjóða skrivstovan hjá Fróðskaparsetrinum skal nýskipast og mennast.

Erasmus+ er skipan, sum stuðlar undir útbúgving, ungdóm, frítíðarvirksemi og ítrótt.

Undirvísingarstýrið søkir eftir kunningar- og samskiftisfólki til Erasmus+ skrivstovuna í Føroyum.

Tann, sum fær starvið, skal eisini fyrireika føroyska lutin í Erasmus+.

Umsóknarfreistin er 14. september.

Tjóðarskrivstovan kom 2025. Har er ein fulltrúi. Fleiri fólk vera sett, so hvørt brúk er fyri tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213