Jacob Vestergaard kolldømir egna umsiting

Jacob Vestergaard kolldømir egna umsiting
Ístaðin fyri at góðtaka niðurstøðuna hjá síni egnu umsiting, so leitaði Jacob Vestergaard sær hjálp hjá Annfinni V. Hansen, advokati
01.09.2026 - 19:23

Hvør er tað, sum ræður í einum føroyskum aðalráðið. Landsstýrismaðurin ella umsitingin. Í Vinnumálaráðnum tók Jakob Vestergaard avgerð um at geva tænastuboð til Búnaðarstovuna, um at halda seg burtur frá einum fundi. Aðalráðið segði boðini vera ólólig, og tók tey aftur. Men landsstýrismaðurin heldur seg framvegis hava rætt. At stuðla sær móti síni egnu umsiting brúkar hann advokatin Annfinn V. Hansen.

Tað var Hagastýrið, sum skuldi inn í málið at geva grønt ljós til Bakkafrost. Har sótu festararnir, og teir vildu ikki spæla við.

Úrslitið var, at Búnaðarstovan tók eina festaran av ræði og segði seg umboða hagan, sum er landsjørð.

Tað vildi landsstýrismaðurin ikki vinna seg í og gav sonevnd tænastuboð um, at hon skuldi halda seg burtur.

Aðalstjórin í vinnumálaráðnum, Pól Egholm helt hetta vera ivasamt, men gav kortini boðini. Búnaðarstovan lurtaði ikki og gekk móti boðunum. Seinni staðfesti umsitingin í Vinnumálaráðnum, at teirra egni landsstýrismaður hevð givið tænastuboð, sum hann ikki hevði heimild til.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður vildi ikki góðtaka niðurstøðuna hjá síni egnu umsiting, og leitaði sær hjálp í býnum hjá einum advokati. Tað var Annfinn V. Hansen, sum í sínum lag gav Jacob Vestergaard rætt í einum skrivi frá 27. juli í ár. 

Stórur partur av niðurstøðuni hjá advokatinum sást eisini aftur orðarætt í einum svari til ein fyrispurning frá Liljuni Veihe, løgtingskvinnu, sum spyr landsstýrismannin um tey boðini hann hevði givið, men sum hansara egna umsiting segði vera ólóglig.

Úrslitið er, at landsstýrismaðurin sigur seg hava eina heimild, sum hansara egna umsiting sigur er ólóglig. 
Jacob Vestergaard sigur seg hóast hetta hava álit á umsitingini, og talan bara er um ymiskar tulkingar av lógum og reglum.
Hann sigur við kringvarpið ídag, at um neyðugt, so fer hann aftur at geva tænastuboð í málinum um vatnið í Skálavík, hóast hansara egna umsiting sigur, at tað er lógarbrot.
Málið um vatnið er ikki liðugt enn, hóast vatnið rennir oman á smoltstøðina. Eftir at hava verið umvegis Kærustovnin, sum vísti tað frá sær, er tað nú lagt fyri sonevndu yvirlandbúnaðarstevnuna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120