Fleiri "milliónaarvingar" í Lamba

Fleiri "milliónaarvingar" í Lamba
Ein amerikanskur sakførari leitar eftir rætta arvinginum, sum skal fáa eina stóra milliónaupphædd. Men tað vísir seg, at fleiri í bygdini hava fingið sama bræv
04.09.2026 - 19:36

Tað vóru forkunnug boð, sum fleiri fólk í Lamba fingu í postkassan í vikuni.

Í brævinum sigur ein maður, sum gevur seg út fyri at vera amerikanskur sakførari, at hann í seks ár hevur leitað eftir arvingum eftir einum klienti, sum doyði í 2020.

Arvurin ljóðar upp á 8,5 milliónir evrur.

Sonja Einarsson er ein teirra, sum hevur fingið brævið, og sambært avsendaranum, so kann hon koma upp á tal sum arvingur, tí hon hevur sama eftirnavn sum tann deyði.

Fleiri fingið somu boðini
Men Sonja Einarsson er langt frá einsamøll.

Fleiri onnur húski í Lamba hava fingið líknandi brøv, og í einum Facebook-tráði siga fleiri frá, at eisini tey hava fingið somu boð um milliónaarv. Í hvørjum føri er navnið hjá tí deyða broytt, so eftirnavnið samsvarar við eftirnavnið hjá móttakaranum.

Brævið hevur fleiri eyðkenni, sum benda á eina svikroynd. Avsendarin sigur seg vera sakførara í USA, men brøvini eru send úr Spania. Endamálið er at fáa móttakaran at taka samband við avsendaran gjøgnum ein teldupost, og síðani lata persónligar upplýsingar frá sær.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938