Ein mentanarflakkari yvirtekur Norðurlandahúsið

Ein mentanarflakkari yvirtekur Norðurlandahúsið
Peter Tulinius Krarup, sum er norðurlendingur út í odd og egg, greiðir frá sínari visjón, sínum virðum og sínari bakgrund.
 
08.09.2026 - 09:39

- Eg eri hugtikin av at ríka lívið hjá menniskjum við tí, sum mentanin kann geva okkum.

Peter Tulinius Krarup hevur sett seg í stjórasessin í Norðurlandahúsinum.

Hann hevur sína cello við sær, alla staðni har hann fer, og hon var eisini við honum í Skodabilinum, nú hann kom til Føroya.

Hann umhugsaði upprunaliga at gerast klassiskur tónleikari, men mentanararbeiði gjørdist hansara lívsleið, og hann hevur starvast í mentanarlívinum í nógvum londum.

Hann er dani og hevur forfedrar í Íslandi, men hann hevur eisini norskan ríkisborgararætt.

Seinastu 13 árini hevur hann starvast í Norður-Noregi, og tað væntar hann kemur væl við, nú hann skal stýra Norðurlandahúsinum. 

Hoyr alla samrøðuna við Peter Tulinus Krarup, sum var í Góðan Morgun Føroyum.
 

1831024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479