Íslendingar ætla at broyta hvalaveiðulógina

Íslendingar ætla at broyta hvalaveiðulógina
Møguliga verður hvalaveiðan bannað
Bara trý lond hava vinnuliga hvalaveiðu, Ísland, Noreg og Japan.
 
14.09.2026 - 08:34

Í februar næsta ár kemur Hanna Katrín Friðriksson, íslendski vinnumálaráðharrin, í altingið við uppskoti um at broyta lógina um hvalaveiðu.

Møguliga verður hvalaveiðan bannað.

Hetta skriva enskir miðlar.

Bara trý lond hava vinnuliga hvalaveiðu, Ísland, Noreg og Japan.

Norski miðilin, ABC Nyheter, nevnir tó, at tá pallborðsorðaskfti var fyrst í hesum mánaðinum um hvalaveiðu, var eingin altingslimur í móti hvalaveiðu.

Allir flokkar vóru við í orðaskiftinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717