- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royna robotttøkni á Landssjúkrahúsinum
Nýggj robottøkni á Landssjúkrahúsinum kann broyta, hvussu sjúklingar verða skurðviðgjørdir í Føroyum.
Talan er um eina royndarverkætlan, har kannað verður, hvussu robotttøknin kann brúkast í føroyska sjúkrahúsverkinum. Endamálið er millum annað at gera skurðviðgerðir lættari.
Royndirnar eru longu komnar so langt, at teir fyrstu sjúklingarnir eru skurðviðgjørdir við robottinum.
Ein av møguleikunum við tøknini er eisini fjarstýring. Tað merkir, at ein skurðlækni í framtíðini kann sita í Danmark og stýra robottinum, meðan sjúklingurin verður skurðviðgjørdur á Landssjúkrahúsinum.
Vísir royndarverkætlanin góð úrslit, kann tøknin gera tað møguligt at gera fleiri skurðviðgerðir í Føroyum. Harvið kann hon eisini hava við sær, at færri føroyskir sjúklingar skulu av landinum til skurðviðgerð.























