Nýggja kirkjan á Argjum fer at kosta 84 milliónir

Nýggja kirkjan á Argjum fer at kosta 84 milliónir
Punktum verður nú sett í áralanga kjakinum um nýggju kirkjuna. Fyrstu fløgini verða loyst leygardagin
Nýggja kirkjan á Argjum fer at kosta 84 milliónir kr., og hon skal vera liðug í 2028.
 
17.09.2026 - 11:50

Málið um nýggju kirkjuna á Argjum er nú komið so langt, at fyrstu fløgini fyri nýggju kirkjuni verða loyst leygardagin.

Kirkjan fer at kosta 84 milliónir krónur, og hon skal vera liðug á sumri í 2028.

 


Fróði Olsen, formaður í kirkjuráðnum. 

 

Punktum verður nú sett í áralanga kjakinum um kirkjuna, har serliga staðsetingin við Sandá hevur fingið sjógvarnar at ganga høgt.

Fróði Olsen, formaður í kirkjuráðnum, váttar, at nú farið verður í gongd, eru øll viðurskifti komin uppá pláss.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17092026_Argja_kirkja

 

Hátíðarløtan verður á stykkinum við Støðlagøtu og Sandá á Argjum klokkan tvey leygardagin.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011