Pengar fara at vanta í, um einki verður gjørt

Pengar fara at vanta í, um einki verður gjørt
Búskaparráðið ávarar um, at politisk tiltøk mugu til, um vælferðartænastur skulu varðveitast. Temafrágreiðing varð løgd fram í dag.
17.09.2026 - 19:25

Nógv fólk vóru í Smæruni í dag, tá Búskaparráðið legði temafrágreiðing fram, sum hesuferð snýr seg um fíggjarpolitiskt haldføri.

Fìggjarpolitiskt haldføri snýr seg um, hvørt framtíðar almennu inntøkurnar fara at røkka til framtíða almennu útreiðslurnar, sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum. 

- Haldførisávísin er minus 4 prosent av BTÚ. Tað vil siga, at í miðal, so vanta 1,5 milliardir krónur hvørt ár tey næstu nógvu áratíggjuni. So boðskapurin er í veruleikanum, at har má okkurt gerast.

Búskaparráðið hevur saman við Landsbankanum ment ein frymil, sum kann brúkast til at gera nøkur roknað dømi. Við útgangsstøði í frymlinum hevur Búskaparráðið nøkur tilmæli til politikarar. Tey eru

  • at hækka pensjónsaldurin,
  • at samtykkja eitt fíggjarpolitiskt regluverk,
  • at mótrokning og útsett pensjón skulu hanga saman,
  • at fremja rakstrarsparandi íløgur,
  • at gera átøk, ið fáa tey ungu at velja Føroyar til,
  • og at lækka útreiðslurnar við eitt nú nýskipanum

Johnny í Grótinum greiðir víðari frá, at ein annar møguleiki er.

- Um vit einki justera upp á hasi tingini, sum eg nevndi, so verður avleiðingin at skatturin má hækka. Tí vit sleppa ikki at taka so nógv lán. Tað er síðsti møguleiki. Skattatrýstið í Føroyum er longu høgt, so møguleikin at skrúva upp á tað er ikki stórur.

Sí innslag úr Degi og viku við gesti

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928