Landsstýrið fer at viðgera lógina um meirvirðisgjald

Landsstýrið fer at viðgera lógina um meirvirðisgjald
Hervør Pálsdóttir,løgtingskvinna, spurdi um atgongumerkir til m.a sjónleikir og konsertir ikki eiga sleppa undan meirvirðisgjaldi
Mynd frá G! 2022
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.09.2026 - 08:54

Landsstýrið fer í næstum at viðgera alla lógina um meirvirðisgjald. Og undantøk og frítøkur í lógini eiga at vera endurskoðað. 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður.

Hann hevur svarað Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu. Hon spurdi, um atgongumerki til millum annað sjónleikir og konsertir ikki eiga at sleppa undan meirviðisgjaldi.

Landsstýrismaðurin sigur, at undantøk og frítøkur hava við sær meiri og tyngri umsiting hjá vinnurekandi og myndugleikum. 

Tey minka grundarlagið undir meirvirðisgjaldinum. Og óvist er, um undantøkini og frítøkurnar altíð hava ætlaðu ávirkanina.

Meirvirðisgjaldið er størsta og týdningarmesta inntøkukeldan hjá landskassanum, sigur hann.
Landsstýrið hevur ikki viðgjørt spurningin um at sleppa atgongumerkjum til millum annað sjónleik og konsertir undan meirvirðisgjaldi.

Fíggjarmálaráðið veit ikki, hvussu nógv, ein tílík frítøka hevði kostað, sigur Aksel V. Johannesen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891