Føroyar venja nettrygd

Føroyar venja nettrygd
Fjarskiftiseftirlitið bjóðar arbeiðsplássum til nettrygdarvenjing, har starvsfólk fáa høvi at royna, hvussu væl tey eru fyrireikað til netálop
18.09.2026 - 19:23

 

Føroyar venja er navnið á nettrygdarvenjing, sum Fjarskiftiseftirlitið skipar fyri í oktobur. Eftirlitið sigur, at vejingin føroyskum virkjum og stovnum eitt ítøkiligt og ókeypis høvi at royna, hvussu væl tey eru fyrireikað til at handfara netálop, áðrenn tað veruliga rakar.

Bárður Christiansen, KT-trygdarserfrøðingur hjá Fjarskiftiseftirlitinum, greiðir frá, at undir venjingini sita luttakarar saman, kanska 6-8 luttakarar, sum so fáa nøkur hugsað dømi, har tey skulu taka eina avgerð. Eitt hugsað dømi kann vera, at kt-skipanin hjá einum arbeiðsplássi er yvirtikið av teldusníkum, og so fáa tey fýra valmøguleikar, fyri, hvat tey so skulu gera. 

Netálop eru ikki ókend, heldur ikki í Føroyum
Seinastu árini hava ið hvussu so er tvey sonevnd ransomware-álop verið, sum hava verið frammi í almenna rúminum.

Hitt fyrra var í august 2022. Teldusníkar fingu atgongd til kt-skipanirnar Effo og bronglaðu upplýsingarnar, soleiðis at fyritøkan ikki fekk atgongd til tær uttan at gjalda loysigjald. Hitt seinra var í septembur 2024, tá Klaksvíkar kommuna misti atgongd til sínar telduskipanir á sama hátt.

- Er mann væl fyrireikaður, so kann eitt netálop hava minni ávirkan á eina fyritøku. Er mann als ikki fyrireikaður, so kann fyritøkan steðga heilt upp, í øllum førum í eina tíð. So tað snýr seg øgiliga nógv um, hvussu væl fyrireikaður mann er.

Tað kostar einki at vera við í venjingini, og Fjarskiftiseftirlitið hevur longu merkt ein áhuga fyri venjingini. Tað byrjar við tveimum venjingum í Havn 8. oktobur, fyrrapart og seinrapart. Venjingin fyrrapart er longu fullteknað.

Og so verða eisini tvær aðrar venjingar uttanfyri Havnina. Ein verður á Seglloftinum á Tvøroyri 14. oktobur, og ein verður á Hotel KG í Klaksvík 16. oktobur.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329