- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsuhjálparafelagið hevur gjørt semingsuppskot

- Tað hevur verið samband við formannin í KAF, Per Martin Gregersen, í eina tíð nú. Vit hava møtst til eitt óformligt kaffiprát fyri at fáa dialogin upp á turt aftur, um mann kann siga tað so. Og sum eina seinastu roynd, so handði eg eitt uppskot frá nevndini til semju. Og tað bíði eg so eftir, at frætta nærri um. Eg veit so mikið, at KAF situr og roknar upp á uppskotið, og so fáa vit at vita.
Tað sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya. Felagið hevur ongan lønarsáttmála í løtuni. Tað er annars Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum er hin sáttmálaparturin.
Onnur viðurskifti ávirka
Kortini eru onnur viðurskifti og aðrir partar, sum ávirka samráðingarnar millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Í februar gjørdu 12 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum avtalu við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm, sum m.a. avmarkar, hvussu høgur lønarkarmurin hjá øðrum fakfeløgum kann vera.
Hvørki Heilsuhjálparafelagið ella Kommunala arbeiðsgevarafelagið eru við í teirri avtaluni. Men ein sáttmáli millum tey bæði skal góðkennast av Fíggjarmálaráðnum.
- Vit eru jú eitt sindur tikin av ræði av einari semju, sum onnur hava gjørt við Fíggjarmálaráðið. Tá tað er sagt, so samráðast vit við KAF, og sjálvt um Fíggjarmálaráðið sambært Kommunustýrislógini skal góðkenna okkara semju, so eiga vit ikki at vera bundin av hasi avtaluni. Soleiðis hevur tað sæð út til dagin í dag. Men eg havi størri og betri væntanir aftan á samskiftið við Per Martin hesa seinastu tíðina. So lat okkum fáa at síggja.
























