Eingin dagføring í fjórðingsøld

Eingin dagføring í fjórðingsøld
Landsgrannskoðanin staðfestir enn eina ferð, at ásetingarnar um roknskaparreglugerðir ikki vera tiknar í nóg stórum álvara
 
21.09.2026 - 06:39

Landsgrannskoðanin staðfestir enn eina ferð, at ásetingarnar um roknskaparreglugerðir ikki vera tiknar í nóg stórum álvara. 

Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini fyri fíggjarárið 2025.  

Fyri 25 árum síðani sendi Fíggjarmálaráðið út rundskriv um roknskaparreglugerðir.

Rundskrivið er ikki dagført síðani, hóast stórar broytingar hava verið í talgilding, KT-trygd, innanhýsis eftirliti og roknskaparmannagongdum. 

Ikki árliga

Rundskrivið skal ikki dagførast árliga, men tað eigur at vera endurskoðað og tillagað, tá broytingar eru í eitt nú KT-skipanum, sum hava týdning fyri roknskaparhaldið hjá landsstovnum. 

Verður tað ikki tað, kann roknskaparreglugerðin gerast misvísandi og missa virðið sum stýringsar- og eftirlitsamboð, sigur Landsgrannskoðanin í ársfrágreiðingini. 

Landsgrannskoðanin hevur í nógv víst á, at nógvar roknskaparreglugerðir ikki eru dagførdar í samsvari við tær broytingar, sum eru hendar á stovnunum.

Og aftur í ár ger hon vart við tað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928