Skaðanevndin verður partur av broytingum í ferðslulógini

Skaðanevndin verður partur av broytingum í ferðslulógini
Uppskotið verður lagt fyri tingið í heyst
Skaðanevnd er eitt gamalt ynski hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd, og nú er líkt til, at hon kemur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.09.2026 - 12:20

Ráðið fyri ferðslutrygd bíðar framvegis eftir, at ein skaðanevnd í sambandi við álvarsligar ferðsluvanlukkur verður sett á stovn.

Landsstýrismaðurin sigur, at nevndin kemur, men hon verður partur av einum størri uppskoti um broytingar í ferðslulógini, sum kemur í heyst.

Í mong ár hevur Ráðið fyri ferðslutrygd havt eitt stórt ynski um at fáa eina skaðanevnd, sum skal kanna álvarsligar ferðsluvanlukkur.

 


Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur røðu á móttøkuni hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd, í sambandi við, at RFF hevur 50 ár á baki. 

 

Í hesum døgum eru liðin 50 ár, síðani Ráðið fyri ferðslutrygd varð stovnað. 

Fyrr í ár sá út til, at ynskið fór at gerast veruleiki, tí í januar sendi Fíggjarmálaráðið eitt lógaruppskot um eina skaðanevnd út til hoyringar. Men so varð løgtingsval útskrivað, og uppskotið fall burtur. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

23092026_Skadanevnd

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011